Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Síðani 2005 hevur bretska loftverjan heilar 136 ferðir burturvíst russiskum hernaðarflogførum úr bretskum øki. Hundraðogseksogtretivu ferðir.

Herfyri spurdi eg donsku stjórnina, um nøkur prógv eru fyri, at tey hava verið í føroyskum loftrúmi.

Verjumálaráðharrin svaraði, at at tað neyvan hava verði her. Men í svarinum stendur eisini soleiðis: ”Siden nedlæggelsen af den militære radar på Færøerne, har radardækning af luftrummet over og omkring Færøerne været begrænset til input fra norske, britiske og islandske radarer til NATOs integrerede luftforsvar”.

Við øðrum orðum: Vit kenna ikki støðuna serliga væl, tí eingin radari er í Føroyum.

Men okkara loftrum er sum kunnugt beint norðanfyri tað bretska. Tí er sannlíkt, at hesi flogfør – hesir óbodnu og óvælkomnu gestir – ið hvussu stundum hava verið í okkara øki.

Vit vita, at russar eru áhugaðir í at flúgva missiónir vestureftir, og av tí, at góður radaradekningur er yvir Norra, Íslandi og Bretlandi, er tað rætt og slætt ósannlíkt, at teir ikki flúgva í føroyskum øki. Tí NATO hevur einki eyga í Føroyum.

Vit eru eini hús við ongari tjóvaávaring.

Og uttan mun til, um hesi flogfør hava verið í okkara loftrúmi ella ei, so vísir hendan óvissan, at tað er neyðugt at seta radaran upp. Bæði vit og okkara sameindu grannar mugu vita, hvat gongur fyri seg her.

Ongantíð betur, um tað verður gjørt við breiðari semju í løgtinginum. Ongantíð betur, um føroyingar kunnu átaka sær ábyrgd í hesum máli, og bæði seta upp og vera við til at reka radaran. Ábyrgdin hevði givið okkum ábyrgdarkenslu.

Og viðgerðin av hesum máli vísir, at tað treingir til.

Ein matrikkul fyir verjuna
Tíverri tók tað alt, alt ov langa tíð hjá landsstýrinum at bera Uttanlandsnevndini í løgtinginum hetta álvarsmálið.

Tíverri hevur landsstýrið als ikki lagt málið fyri sjálvt løgtingið.

Tíverri leyp kjakið um málið heilt av lunnum.

Tíverri vóru sterkar røddir, sum slerdu hóttanina frá Putinsa Russlandi upp í glens og prædikaðu, at Føroyar ongan fígginda hava. Hóast russiska atferðin í áravís hevur verið støðugt meira aggressiv. Og hóast øll okkara grannalond hava tikið hesa hóttan í størsta álvara í langa tíð.

Tíverri vóru eisini kreftir, sum við grundleysum ákærum um at “Danmark brúkar Føroyar til at spara pengar í hesum málinum og einki annað” royndu at gera hetta til eitt stríð millum okkum og Danmark.

Tað hevur alt verið stak óheppið.

Men nú kallar støðan á annan atburð. Latið okkum nú sýna ábyrgd. Tá tað snýr seg um neyðhjálp. Tá tað snýr seg um at gera okkara lutfalsliga stóra og dýra part í sambandi við handilstiltøk. Og tá tað snýr seg um at gera okkara lutfalsliga lítla part í sambandi við verjuna.

Sum Bill Justinussen einaferð segði: Onnur lond hava sum mál at brúka 2% av BTÚ uppá verjuna. Tað einasta, vit verða biðin um fyri at verða vard av NATO, er at lata ein matrikkul til felagsskapin.

Okkara grannar hava tørv á tí. Og vit hava tørv á tí.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo