Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dagurin í dag er ein fagnaðardagur fyri føroysku fullveldisrørsluna.

Trúgvin at vit duga, kunna og vilja sjálvi ger, at vit hava eitt so fantastiskt Føroyar, sum vit hava í dag.

Føroyar vit kenna í dag, og sum vit eru so errin av, er til, tí at føroyingar fyri 76 árum síðani valdu at taka ábyrgd av egnum landi. Tey høvdu ta trúføstu trúgv um, at føroyskur politikkur skal verða stýrdur í Føroyum.

Vit eru komin langt í dag á fullveldisleið, men vit skulu ikki steðga her, tí tað er umráðandi at tala verður fyri føroyskum áhugamálum.

Vit skulu hava limaskap í heimshandilsfelagskapinum WTO. Vit skulu yvirtaka okkara egna loftrúm, og fáa førleikastøv og inntøkur heim til Føroyar. Inntøkur skaptar í Føroyum, skulu sjálvsagt verða í Føroyum.

Hóast nógv vatn er runnið í ánni, síðani 14. Septembur 1946, so hevur ongin avgerð havt so stóran týdning fyri føroysk framstig, menning og áræði, sum avgerðin tann 14. Septembur 1946.

Føroyska tjóðin og føroyska fólkið hava ferð aftaná ferð víst, at tá vit arbeiða og stríðast fyri einari og somu søk, tá megna vit tað ótrúliga. Tað prógva tey seinastu árini. Úrslitini tala fyri seg.

Føroyar eru væl ríkari á allar mátar enn fyri 76 árum síðani, men trúgv kann flyta fjøll, og tá ein veruliga trýr at tað kann lata seg gera, verður tað ómøguliga møguligt.

Trúgvin um tær frælsu Føroyar er sterk, og føroyingar hava víst at sjálvt um vit eru fá, so eru vit kná!

Við framburðskvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo