Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Vit eru nú komin til eitt hitt størsta vikuskifti fyri føroyskan flogbólt – steypafinaluvikuskiftið.

Hesar næstu tríggjar dagarnar verða ikki minni enn 14 finalur leiktar og 14 steypavinnara verða kosnir. 

Finalurnar veðra leiktar í Hølini á Hálsi.

Øll 9 feløgini hava lið við í finalunum og eins og vanligt hesi seinnu árini, so eru sørvingar serliga væl umboðaðir í finalunum. SÍ hevur ikki minni enn 9 lið við. Mjølnir og Fleyr eru eisini væl umboðaði við ávikavist 5 og 4 liðum og serliga áhugavert er tað, at nýggjasta felagið Ternan hevur 4 ung lið við í finalunum. 

Tað einasta sum er heilt vist er, at Ternan fer at vinna ta einu finaluna, tí Ternan A og Ternan B hittast í finaluni fyri dreingir 12.

Teir stóru dystirnir verða kl. 16 og kl. 19 leygardagin, har SÍ og Fleyr hittas hjá kvinnunum og SÍ og Mjølnir hjá monnunum.

Skráin fyri dystirnar er hendan:

Fríggjadagin 3. mars

Kl. 18.00: Gentur 16A: Fleyr - SÍ

Kl. 19.15: Gentur 19: Fleyr - SÍ

Kl. 20:30: Mansunglingar:SÍ - Mjølnir

Leygardagin 4. mars

Kl. 10.00: Gentur 12: SÍ - KÍF

Kl. 11.15: Dreingir 12: Ternan b - Ternan a

Kl. 12.30: Gentur 14A: Mjølnir - Dráttur

Kl. 13.45: Dreingir 14: SÍ - TB

Kl. 16.00: Kvinnur: SÍ - Fleyr

Kl. 19.00: Menn: SÍ - Mjølnir

Kl. 21.00: Kvinnuunglingar: SÍ - Fleyr

Sunnudagin 5. mars

Kl. 13.00: Dreingir 16: ÍF - Ternan

Kl. 14.15: Gentur 14B: B71 - Ternan

Kl. 15.30: Dreingir 19: SÍ - Mjølnir

Kl. 16.45: Gentur 16B: B71 - Mjølnir

Allir dystirnir verða vístir á Rás1 ella Rás5 í Televarpinum uttan kvinnu- og mannafinalurnar, sum KVF vísur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo