Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Team Rynkeby Føroyar: Á samkomu á Reinsarínum leygardagin 24. september avdúkaði Trygvi Kallsoy, liðskipari, upphæddina, sum Team Rynkeby Føroyar hevur savnað inn seinasta árið.

Úrslitið gjørdist 1.480.000 krónur. Peningurin verður brúktur til gransking og sum stuðul. Høvuðsendamálið við innsavningini er at stuðla gransking, og grunnurin hevur veitt stuðul til tvær granskingarverkætlanir, harav onnur er liðug.

1,23. mió. krónur fara til børn við álvarsligari sjúku. Team Rynkeby Føroyar hevur øll árini havt tætt samstarv við Krabbameinsfelagið. Tey fyrstu árini stuðlaðu vit børnum við krabbameini, men seinnu árini er grunnurin víðkaður til eisini at fevna um børn við álvarsligari hjarta- og lungnasjúku.

Fyri at halda rakstarútreiðslunum so lágum sum gjørligt, verður grunnurin umsitin av Krabbameinsfelagnum. Hetta hevur havt við sær økt samstarv við onnur sjúklingafeløg sum Hjartafelagið og Cystisk fibrosufelagið.

Føroysk børn við krabbameini fara til Danmarkar í viðgerð, og tí fær Børnecancerfonden eisini ein part av stuðlinum.

Sál, sorg og saknur er hin høvuðsbólkurin, og 250.000 kr eru tillutaðar hesum bólki.

Tað eru nógv børn og ung, sum hava upplivað sorg og sakn, tí at foreldur, systkin ella vinfólk eru deyð.

Berin varð stovnaður fyrst í hesi øldini og hevur gjørt eitt megnar arbeiði við sjálvhjálparbólkum, og tí valdu vit fyri nøkrum árum síðani eisini at veita stuðul til teirra arbeiði.

Tíverri eru eisini nógv børn og ung, sum av ymiskum orsøkum hava ilt í sálini. Tískil hava vit eisini valt at stuðla Sinnisbata, so tey hava betri ráð til at skipa fyri samrøðubólkum v.m. okkara børnum og ungu at frama.

- Vit í Team Rynkeby Føroyar takka hjartaliga øllum, sum hava stuðlað innsavningini og arbeiði okkara seinasta árið, verður sagt í tíðindaskrivinum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo