Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

15 ára gamli drongurin sum varð handtikin eftir ein skottilburð í eini handilsmiðstøð í Malmø í Svøríki fyrradagin hevur nú játtað seg sekan. Eitt fólk doyði av skotunum og eitt annað fekk álvarsligan skaða, tað stendur tó ikki um lív hjá viðkomandi.

Svenska útvarpið upplýsir, at alt bendir á, at drápið var eitt slag av uppgerð ímillum tvey stríðandi harkalið í brotsmannaumhvørvinum í býnum. Tann dripni varð limur í einum av hesum harkaliðunum, og hevði júst sitið ein dóm uppá 5 ár, tá hann varð fyribeindur av 15 ára gamla dronginum.

Hin sum fekk álvarsligan skaða var ein kvinna úr einum øðrum norðurlandi, sum var á vitjan í Malmø.

Svenskir miðlar skriva, at helst fær unglingin viðgerðardóm á lukkaðum stovni fyri kriminellar unglingar, og hesin dómurin verður í mesta lagi 4 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo