

15 persónar verða framvegis viðgjørdir á sjúkrahúsi eftir tyrluvanlukkuna í býarpartinum Brovary í Kyiv í morgun, og sum kravdi minst 14 mannalív.
Tað sigur heilsumálaráðharrin í Ukraina, Viktor Liashko, sambært CNN.
Fyrst vórðu 24 persónar innlagdir, men nú eru fleiri útskrivaðir.
Tíggju av teimum fimtan persónunum, sum eru innlagdir, eru á Kyiv Medical Burn Center, seks vaksin og fýra børn, leggur heilsumálaráðharrin afturat sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo