Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talgildu Føroyar: Síðani Skjáttan varð tikin í nýtslu fyri einari viku síðani, hava 15.000 fólk tikið appina niður. Longu fyrsta samdøgrið tóku 8.913 fólk appina niður. Hetta hevði eisini við sær, at Skjáttan lá nummar 1 á listanum fyri ókeypis appir í App Store og nummar 4 hjá Play Store.

Góða undirtøkan av Skjáttuni gevur okkum eina greiða fatan av, at tað hevur verið eftirspurningur eftir eini talgildari útgávu av koyrikortinum. Árliga fáa umleið 100 fólk bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, tá ið tey verða steðgað av Politinum.

Skjáttan er app, ið hýsir talgildum koyrikorti og samleikakorti. Koyrikortið er sjálvboðið ískoyti til tey, ið heldur vilja hava koyrkortið á telefonini.

Síðani Skjáttan varð tikin í nýtslu, hava nógv sett seg í samband við Talgildu Føroyar við áhuga fyri at gerast partur av Skjáttuni. Skjáttan er ætlað at hýsa ymiskum talgildum loyvum og prógvum.

Les meira um, hvussu tú fært Skjáttuna og brúkar hana á www.samleikin.fo/skjáttan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo