Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

KFUM-skótarnir hava í fleiri ár við nógvum sjálvbodnum arbeiði víst stórt ágrýtni at byggja ein skótadepil í Havnardali, sum eisini kemur øllum borgarum í høvuðsstaðnum til góðar.

Vit hava tí í Vinnunevndini samtykt at veita KFUM-skótunum 150.000 krónur í stuðli at gera Skótadepilin ímillum Tjarna lidnan.

Talan verður eisini um eitt samstarv millum kommununa og skótarnar. Borgarar, barnagarðar og skúlar kunnu gera dagstúrar til skótadepilin at grilla og stuttleika sær, og harumframt ætla KFUM-skótarnir at hýsa ferðafólki allar árstíðir.

Visit Tórshavn hevur ætlanir um at gera avtalu við skótarnar um at leiga tjaldingarplássið út til ferðafólk um summarið, og møguleiki verður at brúka WC í deplinum til alment WC.

Í deplinum er m.a. stórt tjaldingarpláss, amfiteatur og innilokað bálstað. Harumframt skulu eitt nú beinkir, borð, grillútgerð og skrellispannir setast upp.

Ágrýtnu KFUM-skótarnir hava fult uppiborið stuðulin frá kommununi, tí skótadepilin fer bæði at gagna vitjandi og øllum borgarum í høvuðsstaðnum.

Myndir kunnu síggjast: trýst her

Bogi Andreasen,
Formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo