Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan:  Síðstu átta árini hava vit havt stóran vøkstur í fólkatalinum í Føroyum. Samstundis hevur verið stórt byggivirksemi, har eisini talið av nýggjum bústøðum er økt munandi, tó ikki í sama mun sum vøksturin í fólkatalinum.

Síðani 2015 er talið av nýggjum bústøðum vaksið við 1.524 bústaðareindum,  – tað veri seg sethúsum, raðhúsum og íbúðum – samstundis sum fólkatalið er vaksið við 5.609.  

Eingin fullfíggjað bústaðarskráseting er. Tí verða skrásetingarnar hjá SEV viðvíkjandi gjøldum fyri (ný)íbindingar í elkervið nýttar. Við hesum fæst ein ábending um, hvussu nógvir nýggir bústaðir verða bygdir. 

Til og við 2008 eru allar nýbyggingar skrásettar sum sethús. Men frá 2009 eru nýbyggingarnar bólkaðar í sethús, raðhús og íbúðir. 

Í yvirlitinum sæst, at stórar broytingar eru hendar í byggiháttinum seinastu árini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo