Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Kommunala Brennistøðin avskipaði næstan 6.000 tons av jarni og metalli til endurvinning í fjør. Ein stórur partur av hesum eru bilar – í fjør vórðu ikki færi enn 1580 bilar umhvørvisviðgjørdir á brennistøðini. Restin er elektronikkur og káplar.

Sokallaða umhvørvisviðgerðin umfatar eitt nú avmontering av akkumulatorum og katalysatorum til endurvinning, umframt at tøma bilarnar fyri allar veskur.

Í fjør vórðu eisini avskipaði 107 tons av elektronikki og káplum. Brennistøðin hevur millum annað samstarv við Dugna, sum tekur teldur og dustsúgvarar sundur. Elektronikkur annnars verður flokkaður á brennistøðini.

Í fjør vórðu avskipað 107 tons av elektronikki – harav 49 tons av káplum. Mongdin veksur men vektin minkar, tí elektronikkur gerst alsamt lættari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo