Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um ferðaætlanina hjá Hasfjord og Teistanum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at halda fram við verandi ferðaætlan um Skopunarfjørð, har bæði Hasfjord og Teistin sigla allar dagar í vikuni?

2. Um ikki, hví skal skipanin, sum tykist rigga væl, broytast aftur?

3. Hvør er meirkostnaðurin av verandi skipan?

4. Hvør er meirinntøkan av verandi skipan?

Svar:
Fast vegasamband verður eftir ætlan millum Sandoynna og meginøkið í desembur 2023.

Hóast hetta setti samgongan sær fyri, at betra siglingina á Sandoyarleiðini, við at keypa skip til at sigla tungan farm til og frá Sandoynni.

Tað gagnar vinnulívinum á Sandoynni, og ger tað høgligari hjá ferðafólki at sigla.

Ternan avloysti Teistan á Sandoyarleiðini í ein mánað, meðan Teistin hevur verið til 20 ára klassing.

Tá ein ferja hjá Strandferðsluni fer úr sigling í eitt tíðarskeið er avleiðingin vanliga, at tænastustøði lækkar.

Hesa ferð hevði stovnurin møguleika at varðveita á leið sama tænastustøði, við at lata Hasfjord sigla nógv oftari meðan Ternan røkti Sandoyarleiðina.

Tað er ein spurningur um kapasitet, tí Ternan tekur bert á leið helvtina av akførum í mun til Teistan.

Hetta hevur eisini verið ein royndartíð fyri at vita hvussu siglingin á Sandoyarleiðini kann skipast.

Hugsa vit okkum at Hasfjord heldur áfram at sigla á Sandoyarleiðini, sum seinasta mánaðin, kostar tað sambært Strandferðsluni eini 3,2 mió. kr. árliga í rakstri.

Tað er peningur, sum SSL ikki hevur játtan til.

Roknað verður ikki við serligum inntøkuvøkstri, tí nøgdin av farmi verður at kalla tann sama á Sandoyarleiðini, meðan møguliga kundu komi nakað fleiri persónbilar.

Nú Teistin eftir ein mánað er komin aftur í sigling, verður farið aftur til vanligu ferðaætlanina, har Teistin siglir 61 túrar um vikuna (tur/retur), og Hasfjord siglir 20 túrar um vikuna, týsdag til fríggjadag.

Samanlagt 81 túrar (tur/retur).

Siglt verður sostatt 162 ferðir um fjørðin um vikuna.

Í løtuni eru ikki ætlanir ella peningur til at økja um túratalið.

Tinganes, 05. juli 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo