Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á síðu 4 í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn í tíðarskeiðnum 2015-2019 var semja um 3 yvirtøkur soljóðandi:

Hesi mál verða tikin á føroyskar hendur í hesum valskeiðnum:

· Útlendingamál
· Loftrúmið
· Persóns-, familju og arvarættur

Tá avtornaði varð bara persóns-, familju og arvarættur yvirtikin.

Loftrúmið varð ikki yvirtikið, hóast tásitandi landsstýrismaður longu 1. februar 2017 boðaði frá, at yvirtøkan fór at verða framd innan eitt ár, um arbeiðið gekk væl.

Og harumframt varð eisini boðað frá, at føroyingar og danir vóru samdur um yvirtøkuna.

Men enn er onki loftrúm yvirtikið.

Søgan er tó longri enn so. Tí eisini í 2012 samtykti Løgtingið hin 2. mai at yvirtaka loftrúmið, hóast hetta sum kunnugt ikki varð gjørt.

Í tí sambandi varð ein drúgv frágreiðing skrivað av embætisfólkum úr Føroyum og Danmark.

Frágreiðingin svarar øllum spurningum, sum nakrir flokkar nú egna við at kanna enn einaferð, um teir verða valdir.

Frágreiðingin kann lesast trýst her

Til fólkatingsvalið hesuferð er yvirtøka av loftrúminum aftur eitt høvuðsmál hjá fleiri flokkum.

Hví halda hesir flokkar, at ein fólkatingslimur megnar at yvirtaka loftrúmið, tá ein heil samgonga, sum í sjálvum samgonguskjalinum var samd um hetta, ikki megnaði tað?

Yvirtøka av loftrúminum er ikki eitt mál, sum eitt fólkatingsumboð fær gjørt nakað við. Tí tað er ikki bara ein søk millum Føroyar og Danmark at yvirtaka loftrúmið.

Altjóða avtalur um loftrúmið vórðu gjørdar longu í 1946, og tí mugu allir partar, sum gjørdu hesar avtalur, eisini góðtaka ynsktar broytingar.

Samanfatað fái eg hetta burturúr frágreiðingini:

- Londini aftanfyri avtaluna góðtaka bara broytingar, um tær hava við sær hægri tænastustøði. Samstundis verður víst á, at Reykjavík firurin er millum teirra, sum hevur hægst tænastustøði til altjóða flogferðslu.

- Um endamálið bara er tjóðskaparligt og ikki til gagns fyri altjóða flogferðslu, kunnu broytingar ikki fremjast

- Føroyska loftrúmið er lítið. Um flogferðsluavgjøld eru hægri enn nú, velja flogfør at flúgva uttan um Føroyar

- Sera nógv fyrisitingarlig orka skal leggjast í yvirtøkuna uttan at vissa er fyri, at nakað nevnivert gagn stendst av yvirtøkuni.

Mín niðurstøða er tí, at vit politiskt eiga at brúka orkuna til politisk mál við meiri substansi enn yvirtøku av loftrúminum.

Miðflokkurin hevur lagt nøkur av hesum málum fram í síni valskrá, sum varð framløgd á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 21. oktobur.

Bill Justinusen,
valevni hjá Miðflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo