Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í vikuskiftinum vóru heili 175 leikarar úr øllum landinum til HSF-leikaramenning við Streymin, har venjing var í høllini og gisting í skúlanum.

Hondbóltssambandið skrivar, at leikaramenningin var fyri gentur og dreingir fødd í 2008 og 2009.

Leikararnir vóru saman til hondbóltsvenjing, framløgu um styrkivenjing og spæliætlan, skaðafyribyrgjandi venjing og málverjavenjing. Venjingarnar í leikaramenningini byggja á og fylgja føroyska leistinum og læruætlanini hjá HSF. Eisini verður dentur lagdur á samansjóðing og toymismenning millum feløg og kyn.

Fleiri landsliðsvenjarar luttóku sum gestavenjarar, og Sebastian Christensen helt framløgu um kropsliga venjing. Venjarar hjá gentunum føddar í 2008 og 2009 er David Edvardsen, meðan Terji Mørk venur dreingirnar føddir 2008 og 2009.

Hetta er níggjunda árið á rað, at HSF skipar fyri leikaramenning. Hesi árini hevur HSF ment og tillagað tilboðið, sum er ætlað sum eitt ískoyti til dagligu venjingina í feløgunum.

Vikuskiftið var fyriskipað í samstarvi við EB - og tey skulu hava eina stóra tøkk fyri eitt væleydnað vikuskifti í Skúlanum við Streymin, slær Hondbóltssambandið fast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo