Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Í gjár vóru trý aliloyvi útskrivað, harav tvey nýggj taraloyvi og eitt aliloyvi til laks og síl, sum var endurnýggjað.

Tað var í desember í fjørð, at fimm alifirðir vóru bodnir út til taraaling. Millum teir fimm útbodnu firðirnir vóru Fámjin og Kaldbaksfjørður.

Ein umsókn var til lívtaravirksemi á landi í Fámjin, og var tað fyritøkan SP/F TARI Seaweed, sum átti hesa umsóknina. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur viðgjørt umsóknina, og í gjár var loyvið útskrivað. Loyvið fevnir um lívtaravirksemi av fimm ymiskum tarasløgum og er galdandi til 1. juli 2032. Loyvið hevur eyðmerkingina LA-01.

Á Kaldbaksfirði vóru tveir umsøkjarar til tríggjar umsóknir um taraloyvi. Eini umsøkjarin søkti um eitt lívtaraloyvi á landi og eitt aliloyvi á sjónum, meðan hin umsøkjarin søkti um aling á sjónum.

Í 2018 var alilógin broytt. Eitt av høvuðsendamálunum við broytingunum í alilógini var loysa upp fyri meginregluni um ”ein alara – ein alifjørð”, soleiðis at taraalarar kunnu sleppa at hava taravirksemi á somu firðum sum laksaaling.

Kortini var mett neyðugt við eini varðligari framferð, og bara loyva einum taraalara á hvørjum fjørðri í fyrstu atløgu. Av hesi orsøk kann aliloyvi til tara á Kaldbaksfirði bara gevast øðrum av umsøkjarunum, og hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan tikið avgerð um at geva fyritøkuni SP/F TARI Seaweed aliloyvi til tara á sjónum. Loyvið fevnir um fimm ymisk tarasløg og er galdandi til 1. juli 2032. Loyvið hevur eyðmerkingina AA-02.

P/F Bakkafrost hevur aliloyvi til Laks og síl á alifjørðinum Hvannasund suður, og í gjár var hetta loyvi endurnýggjað. Til aliloyvið hoyra aliøkini A-11 og A-21. Ongar broytingar eru gjørdar í loyvinum síðani 2006. Loyvið er galdandi til 30. juni 2031.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo