Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Meðan Jóannes Paturson er nógv umrøddur og hálovaður serliga í fyrstu sending er samtíðar- og mótstøðumaður hansara Andrass Samuelsen als ikki nevndur Kringvarpið hevur nú sent 2. part av sendirøðini O, móðurlandið! sum gongur fram til 1960´ini.

Var tí spentur at síggja og hoyra, nú Jóannes Paturson var so nógv umrøddur og hálovaður, hvussu nógv fór at verða gjørt burtur úr samtíðar- og mótstøðumanni hansara Andrassi Samuelsen, formanni Sambandsfloksins, sum var eins leingi í politikki, sum Jóannes Paturson, bert forskotið 5 ár? Men gakk! ikki eitt einasta orð – hann er bókstaviliga skrivaður út úr søguni um Føroyar!! Føroya fyrsti løgmaður í nýggjari tíð!!

Millum tema´ini, sum hava verið í 1. og 2. parti, eru m.a. koloniir og fólkamorð!!

Føroyar hava ongantíð verið ein koloni, men temaið bleiv dúgliga nýtt at vísa á fortíð Danmarkar sum koloniveldi. Men, at Danmark var fyrst at lóggeva um forboð móti slavuhandli longu í 1792, bleiv ikki nevnt.

Og at troysta sær at taka fólkamorð í Grønlandi upp sum tema er ófatuligt. Hugsanin leitar til jødatýning, Stalin, Rwanda, Armenien og Bosnien-Hercegovina. Skammfult! Og so at harmast um, at føroyskur fólkatingsmaður ikki stuðlar upp undir hesa vitleysu ákæru, er dupult skammfult!

Hóast sendirøðin higartil er merkt av at vera tendensiøs, villleiðandi og við nógvari søgufalsan, er tó okkurt sum kemur út millum rivjabeinini, sum er rætt og satt. Og hetta skal Kringvarpið hava rós fyri.

T.d. sigur tilrættaleggjarin einastaðni um Petur Mohr Dam, at “Føroyar høvdu fingið ein pragmatiskan og virkisfúsan leiðara.”

Og nakað seinni “60´ini í Føroyum eru framburðsár við lít. Fiskivinnan mennist á øllum mótum og á landi er stórt byggivirksemi, arbeiði er til allar hendur. Føroyar eru á veg at gerast eitt modernað vælferðarsamfelag. Hetta er í góðum sansvari við politisku stevnu Danmarkar um, at útjaðaraøkini í danska ríkinum skulu fáa ágóða av vaksandi vælferðini.” Sic!

At sendirøðin bert við heilt fáum undantøkum er gjørd av loysingarfólkum, sum vit vita ikki kunnu bara sær, tá ið tey fáa møguleikan at skapa nationalistiska søguskriving, sæst týðuliga av grafikkinum omanfyri. Og tí kann tað eisini vera áhugavert at kanna eftir, hvørjar bókmentir ligga til grund fyri eina so tendensiøsa søgusending.

Og jú, rithøvundarnir, víst verður til, eru t.d. Høgni Hoydal, Hans J. Debes (x3), Jákup Thorsteinsson, Hvítabók, Anne K. Herman (grønl.), Sjúrður Skaale (2000 - Tá Føroyar skuldu loysa) og Jóan P. Joensen & Jørn Astrup. Næstan bara loysingarfólk og loysingarlitteraturur!

Men hvørjar bókmentir kunnu vit so vísa á, sum ikki eru við og sum kanska kundu varpa eitt øðrvísi ljós á sendingina? Jú, t.d.:

##med2##

Áhugavert er at lesa frágreiðingina frá Setrinum um ph.d.-verju Erling Isholms av Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum har opponenturin Kenn Tarbensen “rósti arbeiðinum, serliga fyri at bróta upp úr nýggjum í mun til traditionella nationalistiska føroyska søguskriving”.

So langt er Kringvarpið ikki komið enn!

Hvar er fakligi stoltleikin?

Og henda sending er bert 2. av 6 - uha, uha. Næsti partur kemur hóskvøldið kl. 19.25. Hyggið og lurtið – er hetta veruliga rætt ella tann reina loysingarpropaganda?

Johan Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo