Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Fríggjadagin 29. november kl. 16 letur upp framsýning við Áslu Rannvu Svensson og Kára Svensson í Gallarí Á Stongunum.

Fernisering er fríggjadagin, 29. nov. kl. 16.

Jóhanna Christiansen forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu sigur nøkur orð, og Hans Andrias Jacobsen framførir nøkur løg. Ábit verður. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Opið er soleiðis:

Fríggjadag, 29. nov. kl. 16-18.

Leygardag, 30. nov. kl. 11-18.

Sunnudag, 1. des. kl. 14-20.

Mánadag, 2. des. kl. 11-18.

Ásla Rannvá Svensson
Ásla Rannvá er úr Havn og er útbúgvin blómu dekoratør. Hon byrjaði at mála fyri 25 árum síðani, tá hon gekk í Tórshavnar kvøldskúla til grafikk.

Ásla Rannvá hevur eins og pápin sýnt fram bæði úti og heima, og hava tey havt nakrar framsýningar saman. Fyri Áslu Rannvu er tað ein stórur heiður at sýna fram saman við pápa hennara, sum er hennara stóra fyrimynd og stuðul ígjøgnum lívi.

Skiftandi íblástur ger, at list hennara støðugt hevur útviklast og broytst, sum árini hava gingið. Heitini á listaverkum og litsamanspælingin avspegla tað, sum hon hevur upplivað ígjøgnum lívið. Seinastu árini hevur Ásla Rannvá málað nógv eftir kenslum, og tað sum kenslur kunnu hava við sær. Frá tí myrka, tunga og fýrakantaða, til tað litríka, fría, runda og glaða. Seinnu árini hevur Ásla Rannvá arbeitt mest við grafiskari list, serliga er tað linoleums skurður, ið hon hevur serligan tokka til.

Kári Svensson
Kári er 70 ára gamal – føddur og uppvaksin í Havn, har hann eisini býr. Kári telist millum okkara kendastu akryl málarar, men hevur í nýggjari tíð arbeitt við at blanda tøkni og arbeiðshættir. Kári hevur fingist við list frá heilt ungum av og hevði sína fyrstu framsýning sum 17 ára gamal. Hann hevur í ein mansaldur sýnt fram bæði úti og heima.

Hann hevur sín heilt serliga stíl, er musiskur í litavali og í litasamanseting. Okkara stórbara føroyska náttúra við sínum skifti í ljósi og veðri allar árstíðir sermerkja hansara list. Kári hevur eisini í nógv ár verið við til at skipa fyri skeiðum í málningalist.

Meir er at lesa um Kára Svensson á www.karisvensson-art.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo