Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyar fara at taka ímóti flóttafólki, og helst verða tey eini 200 í tali.

Tað svaraði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í dag Bjørt Samuelsen, tingkvinnu, ið vildi vita, nær útlendingalógin verður broytt, so vit skjótt og effektivt kunnu hjálpa fólki, sum flýggja úr ræðuliga krígnum í Ukraina.

Tingkvinnan vildi eisini hava at vita, um ein tilbúgvingarætlan er gjørd, so tað ber til at hýsa flóttunum og tryggja teimum arbeiði, skúlagongd, heilsutilboð og so frameftir. 

Landsstýrismaðurin upplýsti um samstarv við Reyða Kross, har føroyingar hava boðið seg fram at hýsa flóttafólki og hjálpa á ymiskan hátt. 

Tingkvinnan eggjaði landsstýrismanninum til at taka flokkarnar á tingi við inn í arbeiðið at lyfta hesa bráðfeingis uppgávu.  

 Føroyar eiga sjálvandi at taka altjóða ábyrgd og gera tað, vit kunnu, fyri at hjálpa ukrainska fólkinum, nú Russland hevur lopið á Ukraina.

Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo