Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska alivinnan og kavaravinnan eru tætt knýttar. Sambært hagstovu Føroya var nøgdin av útfluttum laksi í 2021 áleið 95.000 tons.

Virðið á hesum útflutningi var uml. 4,5 milliardir krónir. 

Ein vinna, ið hevur ment seg saman við alivinnuni er kavaravinnan. Kavaravinnan hevur ovurstóran týdning fyri alivinnuna. Kavarar veita alifyritøkum avgerðandi tænastur, á aliøkjunum úti á firðunum.

Tað eru áleið 30 vinnukavarar, ið dagliga arbeiða innan alivinnuna. Hesir kavarar avgreiða árliga samanlagt áleið 18.000 - 20.000 einstøk kav fyri alivinnuna. Hetta er eitt ovurstórt tal av kavum. Bæði alifeløg og kavarafeløgini gera eitt áhaldandi arbeiði fyri at tryggja sær, at trygdin hjá kavarunum er so góð sum yvirhøvur gjørligt.

Í fleiri ár hava tíbetur ongar almennar fráboðanir verið um, at kavarar í alivinnuni hava fingið skaða ella hava verið fyri óhappi. Hetta má sigast at vera framúrskarðandi gott. Serliga tá ein hugsar um øll kavini, ið verða avgreidd.

Flestu kavararnir, ið eru virknir í alivinnuni í dag, hava útbúgvi seg í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo