Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan:  Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum settu met í 2022, tá tær vóru knapt 230.000 í tali. Nýtslustigið var hinvegin minni enn í 2019.

Hóast lakari heyst og vetur enn í 2019 settu gistingarnar met í 2022.

Mánaðirnir frá januar til august settu allir met.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista.

Vøksturin er í Tórshavnarøkinum
Slakar 204.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2022.

Tað er nærum ein tvífalding samanborið við 2019, ið var besta árið.

Sama bjarta gongd sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið, har gistinæturnar vóru góðar 25.000. Tað er væl hægri enn í 2020, men framvegis undir stignum undan koronufarsóttini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo