Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skeiðsluttakararnir avmyndaðir framman fyri Føroyamálsdeildina saman við trimum av undirvísarunum - Jógvani í Lon Jacobsen, John Mikkelsen og Lenu Reinert

Skeiðsluttakararnir avmyndaðir framman fyri Føroyamálsdeildina saman við trimum av undirvísarunum - Jógvani í Lon Jacobsen, John Mikkelsen og Lenu Reinert

Fróðskaparsetrið: 22 norðurlendingar – seks menn og 16 kvinnur úr Noregi, Svøríki, Danmark og Finnlandi – eru í hesum døgum á einum av afturvendandi summarskeiðunum í føroyskum á Føroyamálsdeildini. Studentarnir eru skift í tveir flokkar, alt eftir fortreytum tey hava í mállæru og føroyskum.

Hvør flokkurin hevur sín lærara, og fyrrapartar er floksundirvísing í føroyskum. Seinnapartar eru venjingar ymiskum slagi, eitt nú samrøðu- og mállæruvenjingar.

Umframt floksundirvísingina so eru eisini felags fyrilestrar um føroyskt mál og føroyska málsøgu, eitt nú sum tátt í tjóðskaparrørsluni.

Útlendsku gestirnir fáa eisini høvi at koma út um skúlagátt. Í dag hevur hópurin verið og hugt at gomlu Havnini, og í morgin verður farið útferð undir Vestmannabjørgini, seinni verður dagsferð gjørd til Tjørnuvíkar og til Gjáar.

Skeiðið, sum fyri stóran part verður fíggjað av norðurlendska ráðharraráðnum, varir tríggjar vikur og endar við próvtøku 25. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo