Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Føroyskur ítróttur er í rúkandi menning. Tað staðfestir ÍSF, nú tey eru liðug at skráseta øll ítróttafeløg í landinum. Talið er vaksið við 22 feløgum seinastu tvey árini.

- Tað er sera gleðiligt, at vit hava so nógv, góð fólk kring alt landið, sum taka stig til at skipa ítrótt fyri øll, staðfestir Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, nú rúgvismikla virksemið innan ítrótt er staðfest.

- Vit síggja, at virksemið allatíðina økist og tilboðini verða fleiri. Og tað sigur seg sjálvt, at jú fleiri feløg eru, jú størri møguleika hava vit at fáa øll við. Tað vilja vit, tí vit vita, at góðir og væl skipaðir felagsskapir halda børnum og ungum frá øðrum leiðum, sum vit ikki vilja hava tey at fara, vísir Elin H. Joensen á.

Hartil koma heilsuligu og sosialu fyrimunirnir við at vera í einum ítróttafelagi.  

Tilsamans eru nú skrásett 164 ítróttafeløg innan 26 ymsar ítróttagreinar. Eisini eru tvey nýggj menningarsambond stovnað - tey eru Klintring og Pool.

Um fólk vilja vita meiri um, hvørji tilboð eru í Føroyum, ber til at lesa meiri á heimasíðuni hjá ÍSF. Har eru upplýsingar um øll feløg og allar ítróttagreinar, sum eru limir í sambondnum undir ÍSF, og til ber at leita bæði eftir ítróttagrein og eftir øki.

Les meira á: https://isf.fo/felog-i-foroyum/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo