Tórshavnar kommuna: Arbeiðið at avmerkja parkeringsøki á Skálatrøð, sum er tíðaravmarkað til 2 tímar, og sum umfatar 24 parkeringsbásar, er nú liðugt.
Broytingin er gjørd fyri at geva teimum parkeringsmøguleikar, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð, til dømis tá báturin skal eftirhyggjast, ella tá ein skal á matstovu ella til handils
Á Skálatrøð eru framvegis 187 parkeringsbásar, sum hava tíðaravmarkingina 8 tímar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo