Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Fyri okkum, sum eru farin um tey 30, og sum enn ikki hava maka og børn, er tað at lætt at kenna seg aftur í bæði høvuðspersóninum, trupulleikunum og boðskapunum í nýggju norsku sjónvarpsrøðini "Hjem til jul S01".

Hetta skrivar filmløgreglan hjá nrk.no, sum gevur røðini fýra út av seks stjørnum. 

Røðini snýr seg um 30-ára gomlu Jóhonnu, sum lýgur fyri familjuni, tá hon sigur seg hava funnið ein maka. 

Familjan ger tá ikki mætari enn at bjóða henni at hava makan heim við sær á jólum.

Nú eru góð ráð dýr hjá Jóhonnu, sum hevur 24 dagar at finna sín einasta eina.

Ida Elise Broch spælir Jóhonnu, og 84-ára gamla Ghita Nørby úr Danmark hevur ein annan av høvuðsleiklutunum í røðini.

"Hjem til Jul S01" er at finna á Netflix.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo