Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Langafríggjadagsavtalan, sum í dag fyllir 25 ár, endurreisti sjálvstýrið í Norðurírlandi, men framvegis eru stórir trupulleikar at dragast við, bæði politiskt og ímillum katolikkarnar og protestantarnar, sum søgiliga hava sitið illa um sátt.

- Mótmælisgongurnar eru burtur, tað eru trygdardeildirnar eisini, men nógv høvdu helst vónað, at komið var longur, tað sigur Michael Böss, sum hevur granskað í írskum viðurskiftum við lærda háskúlan í Aarhus við Ritzau.

Langafríggjadagsavtalan var endin á tí sum tey kallaðu "The Troubles", og sum í stuttum var stríð og ósemja ímillum sambandsfólkið, sum tey flestu vóru protestantar, og sjálvstýrisfólkið, sum fyrst og fremst vóru katolikkar. Ósemjan snúði og snýr seg mest um, hvørt Norðurírland skal vera ein partur av Stórabretlandi ella Írlandi.

Hóast hóttanin um ófrið og yvirgang framvegis lúrir, so er fyri tað mesta friðarligt. Men politiskt eru mestsum alla tíðina trupulleikar, og seinastu 25 árini er tað fleiri ferðir hent, at stjórnin er send heim, tí ósemjan hevur verið so stór. Sum er, hevur ongin stjórn verið í meira enn eitt ár, tí tey kunnu ikki semjast um handilsavtalurnar sum skulu gerast eftir brexit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo