Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri tveimum vikum síðani spurdi eg løgmann, um rættast ikki var at kannað øll ferðafólk við landamørkini aftur, men tá bar tað ikki til, sambært løgmanni.

Tá varð eisini sagt, at bara 6 prosent av teimum, sum komu um markið, blivu kannaði.

Hetta var 25. november, men nú, 9. desember ber tað væl til, og øll ferðafólk skulu kannast við landamørkini.

Sjálvandi skuldu øll kannast við landamørkini, men høvdu vit gjørt tað beinavegin, so høvdu størri sannlíkindini verið fyri, at vit høvdu havt betri tamarhald á smittuni, og at vit kanska høvdu fangað omikron fyrr.

Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo