Hagstovan: Løntakaratalið var um 27.300 í juli ella um 50 fleiri enn í juli í fjør. Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt, kundi tó væntast at verið um 28.100 løntakarar í juli. Tað er ein munur á 2,9% í mun til væntaðu gongdina.
Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars, apríl, mai, juni og juli kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan vísir løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai, juni og juli í ár. Sostatt gevur munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á løntakaratalið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo