Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Løntakararnir gerast fleiri og í oktober vóru stívliga 27.900 í løntakaraskaranum. Tað eru slakir 500 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,7%.

Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð, sum undan koronufarsóttini. Í oktober í ár vaks løntakaratalið 1,7% samanborið við í fjør. Í oktober í 2019 vóru løntakararnir 3,4% fleiri í mun til sama mánað í 2018.

Fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum
Fleiri menn og kvinnur eru í løntakaraskaranum samanborið við oktober í fjør. Í oktober vóru um 14.400 menn og 13.600 kvinnur løntakararar. Vøksturin er ávíkavist 1,8% fyri menn og 1,5% hjá kvinnum í mun til fjør. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo