Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Mánadagin 3. desember á midnátt var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. februar 2019.

Inn komu fráboðanir um 28 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina.

Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tað er Bank Nordik, ið letur Geytavirðislønina, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo