Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fyribils uppgerð vísir, at tilsamans 285 børn eru innskrivað til fyrsta flokk í Tórshavnar kommunu komandi skúlaár. Tilsamans 60 børn eru haraftrat innskrivað til forskúlarnar.

Yvirlitið sær soleiðis út:

 Skúlin á Argjahamri 45
 Eysturskúlin 31
 Hoyvíkar skúli 39
 Sankta Frans Skúli 62
 Skúlin við Løgmannabreyt 33
 Skúlin á Fløtum 47
 Nólsoyar Skúli 1
 Velbastaðar Skúli 3
 Kaldbaks skúli 6
 Kollafjarðar Skúli 18

Tilsamans 285

Forskúlar

 Skúlin á Argjum 18
 Santa Frans 41

Tilsamans 59

Í fjør vórðu 283 innskrivað til fyrsta flokk og 72 til forskúla, í 2015 vórðu 304 innskrivað til fyrsta flokk og 60 til forskúla. Onkur smærri frávik kunnu koma seinni.

Allir skúlarnir klára at taka ímóti tilmeldaðu børnunum uttan Sankta Frans Skúli. Har er tilmeldingin størri enn pláss er til í tveimum sporum, tí verða 14 av 62 flutt til annan skúla. Orsøkin til stóru tilmeldingina er í høvuðsheitinum stóra barnatalið í miðbýnum og at flestu teirra hava gingið í forskúla í Santa Frans.

Nærum øll børnini eru samstundis innskrivað til ymsu frítíðarskúlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo