Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Herfyri vísti VP til grein á TV 2, har sagt var, at vaksnir danskarar hava í miðal 229.364 krónur í bankanum.

Tilsamans svarar tað til 1090 milliardir krónur, og tað er størsta uppsparda upphædd nakrantíð, vísa tøl hjá Nasjonalbankanum, skrivaði TV 2.

VP fregnaðist beinanvegin eftir hjá Landsbankanum um, hvussu statt er í Føroyum um nakað kann sigast um, hvuss nógv føroyingar hava í miðal í uppsparing.

Og landsbankastrjórin, Malan Johansen, hevur svarað.

Landsbankastjórin sigur fyrst, at Landsbankin hevur verið í samband við Nasjonalbankan, fyri at vita, hvussu Nasjonalbankin hevur funnið fram til, at samlaða uppsparingin hjá húsarhaldunum í donsku bankunum er 1090 mia. kr.

- Hetta sama talið í føroyskum bankum er 11,8 mia. kr.

- So er líkt til, at tey sum hava skrivað greinina, hava brúkt fólkatalið í Danmark frá Danmarks Statistik, tó bert tey sum eru 18 ár og eldri, fyri at finna miðaltalið á 229.364 kr. fyri hvørt vaksið fólk, sigur landsbankastjórin.

Víðari sigur Malan Johansen, at í Føroyum búðu 10. oktober 2022, sambært Hagstovuni, 40.841 fólk yvir 18 ár.

- Hetta gevur 288.806 kr. í miðal fyri hvørt vaksið fólk í Føroyum.

Landsbankastjórin undirstrikar, at hetta er eitt miðaltal, og tí sigur tað ikki nakað um, hvussu samlaða innistandandi er býtt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo