Týska flogfelagið Lufthansa minkar sín starvsfólkahóp við 29 000 av heimsfarsóttini.
Um 20 000 størv verða spard burtur uttan fyri Týskland í ár og restin í Týsklandi. Um 10 000 afturat skulu so sparast burtur í Týsklandi næsta ár.
Lufthansa er hart rakt av heimsfarsóttini og mátti bjargast av týska statinum. Flogfelagið roknar við at hava um 100 000 starvsfólk eftir uppsøgnirnar.
Síðani heimsfarsóttin fór at herja í vár, er eftirspurningurin eftir ferðaseðlum nógv minkaður. Men seinastu tíðina er sølan økt nakað av ferðum til Kanariuoyggjarnar, Cape Town í Suður-Afrika og Cancún í Meksiko, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo