Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Bólkurin 2SOME - hvørs fasta manning eru vinmennirnir Arni Carlsen og Edmund Jacobsen - er nú til reiðar við teirra triðja staklagið - “HOLD ON”.

Lagið er klárt at stroyma.

Arni Carlsen og Edmund Jacobsen stovnaðu 2SOME í 2020 - mestsum av tilvild - og teir hava líka síðani skriva hópin av løgum. Í december 2021 gav bólkurin út fyrsta staklagið - “GOODBYE" - og ætlanin var at geva eitt staklag út longu í januar ella februar í ár. Men ymiskar avbjóðingar - millum annað Covid-19 - førdu við sær, at allar upprunaligu ætlaninar seinkaðust.

Lagið “I SHOULD HAVE KNOWN” útkom í juli í ár - og nú er triðja lagið klárt. Lagið eitur “HOLD ON”, og kann stroymast her: https://bit.ly/2some-holdon

Nýggja staklagið heldur sama stíl sum tað fyrsta. Talan er um bleytan pop-rokk við enskum teksti.

Fleiri løg ávegis
Ætlanin hjá 2SOME er at geva fleiri stakløg út í komandi mánaðarnar. Talan verður fyri tað mesta um løg á enskum, men væntandi verður okkurt føroykst lag eisini á skránni í heyst.

"Vit eru sera væl nøgdir við nýggja lagið, og eru sera spentir um, hvussu móttøkan fer at verða," sigur Edmund Jacobsen, sum tey flestu óiva best kenna sum sangara í navnframa bólkinum Chase. Edmund er búsitandi í Esbjerg.

Edmund leggur afturat, at um alt gongur eftir ætlan, so verður 2SOME til reiðar at spæla konsertir í 2023.

Arni Carlsen, ið spælir keyboards í 2SOME hevur drúgvar royndir sum tónleikari, men er uttan iva mest kendur fyri at hava skriva landaplaguna "Eru Vit Til", sum hann gav út saman við bólkinum Enekk í 1990.

Ikki spælt saman áður
Teir báðir hava verði vinmenn síðani teir vóru blaðungir, men teir hava ongantíð áður spælt í sama bólki og ei heldur skriva tónleik saman.

"Eg heinti nógvan íblástur frá country, meðan Edmund er meira rokkutur. Hettar ger, at tónleikurin er sera miðsøkjandi og melodiøsur," sigur Arni Carlsen, ið hevur bústað í Tórshavn.

"Hold On” kann stroymast her: https://bit.ly/2some-holdon

"I Should Have Known" kann stroymast her: https://bit.ly/2some-I-Should-Have-Known

"Goodbye" kann stroymast her: https://bit.ly/2some-goodbye

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo