At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Luttakari seinast: “Eg havi verið á nógvum skeiðum - hetta er klárt tað besta”

Bert 3 pláss eru eftir á skeiðinum “Góður leiðsluháttur á sjónum”, sum verður 2. og 3. november. Skeiðið er fyri allar leiðarar í siglandi vinnuni. Hetta er eitt samstarv ímillum Synergi og Seahealth (Søfartens arbejdsmiljøråd) og leiðandi sálarfrøðingin hjá Mærsk Træning Center, sum hevur verið leiðari hjá Mærsk í 10 ár.

Vit lova, at tú ikki fert at keða teg!

Sum luttakari kanst tú bæði hava drúgvar royndir ella vera lutfalsliga nýggjur sum leiðari.

Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi og fer at menna teg sum leiðara umborð

Sum leiðari á sjónum, hevur tú hvønn dag eina rúgvu av avbjóðingum á ymiskum stigum. Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi sum leiðari, og fer at menna teg til at handfara títt arbeiði sum leiðari umborð. Bæði tær vanligu avbjóðingarnar, men eisini tær meiri óvæntaðu avbjóðingarnar.

Les alt um skeiðið og tekna teg nú á www.synergi.fo . BERT 3 PLÁSS EFTIR – Først til mølle.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo