Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Annar gíslatakarin ger eina av nógvum samrøðum við pressuna teir tveir dagarnar, gíslatøkan vardi. Altíð veipandi við skarpløddari skammbyrsu.

Annar gíslatakarin ger eina av nógvum samrøðum við pressuna teir tveir dagarnar, gíslatøkan vardi. Altíð veipandi við skarpløddari skammbyrsu.

Fleiri ferðir slapp pressan framat gíslum og gíslatakarum, sum dugdu sera væl at brúka høvið til at dramatisera alla hendingina og leggja trýst á myndugleikarnar.

Tað byrjaði í deildini hjá Deutche Bank í Gladbeck tíðliga um morgunin 16. august 1988 og endaði tveir dagar seinni. Tá hevði politiið givið gíslatakarunum 300.000 markar. Og tvey fólk vóru deyð.

Serliga 18 ára gamla Silke Bischoff, sum var annar av gíslunum, kom at spæla ein stóran leiklut.

Enn í dag verður hendingin umtalað í Týsklandi sum skúladømi um, hvussu illa politiið dugdi. Og hvussu gramm og fyrilitarleys pressan kann vera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo