Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein 30 ára gamal maður er í nevningatingi í Føroya Rætti í dag dømdur í trygdarvarðhald.

Hetta er fyrstu ferð, at ein persónur er dømdur trygdarvarðhald í Føroyum.

Trygdarvarðhald (á donskum forvaring) er ein fongsulsrevsing uttan tíðaravmarking, sum verður nýtt til serliga vandamikil fólk, tá mett verður, at tey fara at fremja nýggj lógarbrot og harvið eru til vanda fyri onnur. Trygdarvarðhald hevur við sær, at dømdi ikki kann verða leyslatin, fyrrenn rætturin metir, at hann ikki longur er ein vandi fyri onnur.

Maðurin var í dag funnin sekur í at hava framt tvey rán – eitt í 2019 og eitt í 2022 – og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022.

Maðurin er áður dømdur fyri fleiri neyðtøkuroyndir, seinast í Føroya Rætti í 2020. Av tí, at maðurin hóast langar fongsulsrevsingar framhaldandi fremur grov brot á revsilógina – brot har hann leggur á ungar kvinnur – kravdið ákæruvaldið í dag, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við.

”Ákæruvaldið hevði tað støðu, at vanlig fongsulsrevsing ikki var nøktandi, tí dømdi greitt hevur víst, at hann áhaldandi fremur grov lógarbrot ímóti tilvildarligum kvinnum. Grundað á upplýsingarnar um dømda, undir hesum serliga tann kriminalitet, sum dømdi áður er dømdur fyri, kravdi ákæruvaldið, at dømdi skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við, og tað eru vit sera nøgd við”, sigur Katrin Thorvig Hansen, høvuðsákæri.

Dømdi hevur nú 14 dagar at gera av, um hann kærir dómin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo