Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Tey hava havt úr at gera seinastu dagarnar á Lestrarskrivstovuni á Setrinum. 455 umsóknir hava verið undir luppinum, og fyrrapartin var so komið á mál, tá tilsamans 313 høvdu fingið tilboð um at fara undir hægri lestur á Fróðskaparsetrinum eftir summarsteðgin. 

234 menn og kvinnur hava fingið í boði at byrja bachelorlestur, 74 kunnu taka av lestrarplássi á master og fimm á hjánámi.

Í 2019 fingu 286 tilboð um lestrarpláss á Setrinum, í 2020 var talið 331, og í ár fáa altso 313 tilboð um lestrarpláss, tá lestrarárið byrjar aftur eftir summarfrítíðina.

Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør. Tølini niðanfyri eru eftir sjeytalsstiganum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo