Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mánaðirnar juni/juli og higartil í august, eru staðfestir 86 positivir tilburðir í juni, 179 positivir tilburðir í juli og higartil í august (fram til 22. august) 57 tilburðir, vísa tølini hjá Landslæknanum, sum VP hevur fingið innlit í.

Taka vit tølini fyri hvørja viku sær, síggja tey soleiðis út:

Tal av positivum per viku:
Viku 22: 5
Viku 23: 12
Viku 24: 17
Viku 25: 24
Viku 26: 43
Viku 27: 52
Viku 28: 48
Viku 29: 33
Viku 30: 31
Viku 31: 13
Viku 32: 29
Viku 33: 12

Landslæknin sigur at hann fylgir við gongdini og setir seg telefoniskt í samband við tey smittaðu, at spyrja um smittukeldu, sjúkueyðkenni og annað.

Av teimum sum Landslæknin hevur sett seg í samband við í juni, juli og august hevur talan verið um:

20% av tilburðunum eru innfluttir

23% av tilburðunum hava kent smittukelduna (mamma, systir, vinur osfr.)

33% av tilburðunum hava onga vitan um, hvar tey eru smittað

24% av tilburðunum vita ikki við vissu, hvar tey eru smittað, men halda at tey eru smittað á Ólavsøku, G-festivalinum, Sommerfestivalinum, brúdleypi, barnadópi, føðingardegi osfr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo