Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-039/2022 eftir § 52 í tingskipanini um Etiska ráðið, frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví og við hvørjum grundgevingum hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at koyra 6 ráðslimir í Etiska ráðnum frá?

2. Er avgerðin hjá landsstýrismanninum í samsvari við § 6 í løgtingslógini um Etiskt ráð?

3. Hvørjar eru sakligu grundgevingarnar fyri tilnevningini av nýggja formanninum og nýtilnevndu ráðslimunum?

Svar:
Til spurning 1

Etiska ráðið verður valt 4. hvørt ár og verður mannað við níggju ráðslimum, sum verða sitandi, til nýtt ráð tekur við.

Løgtingslógin um Etiskt ráð fekk gildi tann 1. september 2017, og tann 1. januar 2018 fór Etiska ráðið formliga til verka. Etiska ráðið hevur soleiðis sitið í meira enn 4 ár, og tí hevur landsstýrismaðurin valt eitt nýtt ráð í samsvar við løgtingslógina um Etiskt ráð.

Sambært § 6, stk. 6 í lógini er m.a. ásett, at tað skal miðast “...ímóti at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat”.

Landsstýrismaðurin valdi í samsvar við omanfyristandandi eitt nýtt ráð, har 6 limir vórðu valdir av nýggjum, og 3 limir vórðu valdir fyri eitt valskeið afturat. Tað er vanligt, at tað er ein útskifting av limum, tá ið ráð og nevndir undir landsstýrinum verða vald av nýggjum.

Eftirfylgjandi tók ein av teimum afturvaldu limunum seg úr ráðnum. Landsstýrismaðurin valdi tí ein nýggjan lim í ráðið, sum sambært serligu viðmerkingunum til lógina, skuldi vera lækni.

Til spurning 2
Sambært § 6, stk. 1 í lógini um Etiskt ráð, eru 9 limir í ráðnum, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Heilsumálaráðið er av tí greiðu fatan, at 4 ára valskeiðið er at skilja sum tann tíðin, sum eitt samlað ráð situr. Soleiðis at skilja, at valdir ráðslimir til tíðarskeiðið 2018 til 2022, eru valdir til hetta tíðarskeiðið. At hetta eisini hevur verið ætlanin hjá lóggeva, kann somuleiðis grundgevast við, at vanliga sita allar nevndir og ráð undir landsstýrinum somuleiðis í eitt fast tíðarskeið, soleiðis at tá skeiðið er runnið, verða allir limir valdir av nýggjum, eisini teir, ið máttu verða komnir til, eftir at nevndin varð vald av fyrstani tíð. Í hesum sambandi kann millum annað nevnast Fólkaheilsuráðið, Javnstøðunevndin og Leigunevndin.

Støðan í september 2020 var tann, at táverandi forkvinna í Etiska ráðnum, ið hevði sitið síðani 1. januar 2018, valdi at taka seg úr ráðnum. Neyðugt var tí at tilnevna formann í hennara sess. Av tí, at sitandi forkvinna varð tilnevnd í sessin hjá fráfarnu forkvinnuni, stóð hon sostatt fyri vali, nú ráðið skuldi veljast av nýggjum. Mett verður sostatt, at avgerðin hjá undirritaða landsstýrismanni er í samsvari við § 6, stk. 1 í løgtingslóg um Etiskt ráð.

Í § 6, stk. 6 í lógini er sum áðurnevnt ásett, at tá ið ráðið verður sett av nýggjum, verður miðað ímóti, at í minsta lagi 3 limir frá undanfarna valskeiði verða sitandi eitt valskeið afturat. Í samsvari við hesa áseting vórðu 3 limir afturvaldir í ráðið. Eftirfylgjandi tók ein av hesum limum seg úr ráðnum. Landsstýrismaðurin valdi tí ein nýggjan lim í ráðið, sum sambært serligu viðmerkingunum til lógina, skuldi vera lækni. Hetta merkir, at 2 limir eru afturvaldir. Av tí, at tað ikki er eitt krav, at 3 limir verða afturvaldir, verður mett, at landsstýrismaðurin hevur hildið seg til ásetingina í § 6, stk. 6 í lógini viðv. afturvali av limum í ráðið.

Til spurning 3
Etiska ráðið hevur sambært lógini til endamáls “...at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, ið hava ávirkan á lívið hjá menniskjum. Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkinum”.

Tey, ið verða tilnevnd í Etiska ráðið, skulu sambært lógini hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri ráðsins virki. Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal tryggja, at bæði fakfólk og leikfólk eru umboðað, og at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir í ráðnum. Løgtingslimir og kommunustýrislimir kunnu ikki sita í ráðnum.

Uttan at viðgera ítøkiliga valið av hvørjum einstøkum limi, vil landsstýrismaðurin viðmerkja, at hann í sínum vali av formanni og hinum ráðslimunum hevur lagt dent á, at ráðið fakliga er breitt samansett við fólki, ið hava teir omanfyrinevndu førleikar, ið lógin ásetur.

Heilsumálaráðið, 29. september 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo