Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Aftur í dag er ein straksdómur fallin í einum máli um innflutning av hassji.

Ein 26 ára gamal maður bleiv í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta uml. 2 kg. av hassji til Føroya fyri at selja tað víðari.

Maðurin, sum er rumenskur ríkisborgari, kom til Føroya við flogfari í gjár. Í samband við tolleftirlitið var avdúkað, at maðurin royndi at smugla uml. 2 kg. av hassji, sum var fjalt í konservesdósum í viðførinum.

Maðurin játtaði, at hann hevði roynt at smugla hassjið til Føroya, og tí var tað aftur í dag møguleiki at avgreiða eitt rúsevnismál við einum straksdómi í Føroya Rætti.

Maðurin bleiv dømdur 4 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Av tí, at maðurin er rumenskur ríkisborgari, sum einki tilknýti hevur til Føroya, kravdi ákæruvaldið, at maðurin skuldi útvísast úr Føroyum, og at tað skuldi knýtast eitt 5 ára innferðarbann til útvísingina.

Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Av tí, at maðurin við dóminum bleiv vístur úr Føroyum, kravdi ákæruvaldið eisini, at maðurin skuldi fongslast eftir dómin, og at hann skal sita til útvísingin kann fremjast. Eisini hesum tók Føroya Rættur undir við.

Maðurin móttók dómin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo