Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Eiðis Dartfelag er tað nýggjasta dartfelagið, og um vikuskiftið verður felagið vertur fyri síni fyrstu dartkapping.

Kappingin sum er tann fjórða av tíggju FM undankappingum, er ein opin kapping, har øll kunnu melda til.

Kappast verður í einstaklingum fyri kvinnur og menn, hjá monnum verður spælt í A og B bólkið, har B bólkurin er meir roknaður til teir leikarar sum vilja royna seg innan ítróttin, ella ikki føla seg so góðar, at teir kunnu kappast við elituna. Aftaná verður tvimansleikur.

Hjá kvinum hevur føroyameistarin Beinta Joensen úr KDF verið einaráðandi í ár, og hjá monnum, eru tað serliga leikarar úr HDF sum gera um seg. Har Uni Árting í løtuni liggur Nr1 frammanfyri Jan McIntosh og Gunnar Mouritsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo