Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs kommuna: Vágs Kommuna arbeiðir áhaldandi við ferðslutrygd og viðurskiftum í ferðsluni. Burturúr hesum arbeiði kann nevnast rundkoyring á Vágsvegi, har Vágsvegur, Toftavegur og Marknoyarvegur møtast. Fleiri parkeringspláss eru gjørd á Vágsvegi og Toftavegi, soleiðis at borgarar og vitjandi kunnu seta bilarnar á ávís støð uttan at órógva ferðsluna. Eisini er parkeringsforboð komið á ávís strekkir á áðurnevndu vegum.

Nú verður so 40 km/t sona galdandi á Marknoyarvegi og Vágsvegi. Arbeiðið hevur verið fyri í ferðslunevndini, teknisku nevnd og umhvørvisnevndini, og síðani hevur Vágs Býráð samtykt, at hámarkið eftir Marknoyarvegi og Vágsvegi verður 40 km/t.

Broytta hámarksferðin á Marknoyarvegi og Vágsvegi kemur í gildi mánadagin 16. januar 2023. Arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu hava skeltað, og verða hesi skeltir sjónlig frá mánadegnum. Heitt verður á bilførarar um at leggja nýggju hámarksferðina í geyma.

Vágs Kommuna skal eisini upplýsa, at broytta hámarksferðin á 40 km/t er galdandi við Vágs skúla. Áður hevur tað verið hámark á 30 km/t. Sostatt verður nú loyvt at koyra upp til 40 km/t eftir Vágsvegi framvið Vágs skúla, men heitt verður á bilførarar um at ansa eftir skúlabørnunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo