Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russar hava í morgun skotið í minsta lagi 120 rakettir inn í Ukraina.

Rakettirnar hava serliga rakt høvuðsstaðin Kyiv og fleiri aðrar býir, millum annað Zhytomyr og Odesa, skrivar tv2.dk.

Enn eru ongar fráboðanir komnar um fólk, sum hava latið lív, men borgarstjórin í Kyiv Vitali Klitschko sigur sambært The Guardian, at trý fólk eru særd, harímillum ein 14-ára gomul genta, og umleið 40 prosent av húsarhaldunum í Kyiv hava mist streymin eftir álopini í morgun.

Í vesturukrainska býnum Lviv hava 90 prosent av húsarhaldunum mist streymin eftir álopini í morgun.

Nógvar av rakettunum, sum russar hava skotið inn í landið, eru skotnar niður av ukrainsku loftverjuni, men tær, sum loftverjan ikki hevur megnað at skotið niður, hava eftir øllum at døma rakt týðandi infrakervi.

Oleksandr Vilkul, ein hernaðarleiðari í Suðurukraina, skrivar á Telegram, at rakettirnar eru skotnar frá krígsskipum, sum liggja í Svartahavinum.

Hetta er tað mest umfatandi russiska álopið á Ukraina í fleiri vikur, sigur Rasmus Tantholdt, journalistur hjá danska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo