Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna:  Freistin at tekna seg til lutakast um fýra grundstykkir við útstykkingarnar Klingurstjørn 1 og 2 er farin, og nú er greitt, at 53 luttakarar hava teknað seg. Umsitingin í Tórshavnar kommunu fer nú undir at eftirkanna, at allir luttakarar lúka treytirnar fyri at vera við í lutakastinum.

At lúka treytirnar fyri at vera við í lutakastinum vil millum mangt annað siga:

- at hjúnafelagar og makar skulu teljast sum ein luttakari

- at eingin luttakari beinleiðis ella óbeinleiðis - til dømis saman við øðrum, umvegis partafelag ella á annan hátt - eigur grundstykki ella hús í Tórshavnar kommunu, ið kann nýtast til privatan bústað

Umsitingin skal somuleiðis hava greiðu á, um lesandi hava teknað seg, sum ikki hava bústað í Tórshavnar kommunu, og um hesi kunnu venda heim innan eitt ár. Eftirkannast skal eisini, um fólk, sum ikki eru danskir ríkisborgarar, hava teknað seg, og um hesi hava búð í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Tey, ið verða mett ikki at lúka treytirnar, fáa boð um hetta frá kommununi, áðrenn lutakastið verður avgreitt.

Kommunan miðar eftir at kasta lut um grundstykkini í seinnu helvt av viku 14. Øll tey, sum hava teknað seg til lutakastið, og sum lúka treytirnar, fáa boð áðrenn lutakastið verður avgreitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo