Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið vaks við 608 persónum seinasta árið, og 1. mars búðu 54.303 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum.

Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum. 

Gongdin í burðaravlopinum og nettoflytingini meira støðug
Trendarnir í myndunum niðanfyri lýsa ávikavist gongdina í til- og fráflytingini og gongdina í føði- og deyðatalinum. 

Síðani 2020 hevur lutfalsliga stórur vøkstur verið í bæði tilflyting og fráflyting. Nærum javnfjaru trendarnir greiða frá, at tilflytingin og fráflytingin eru vaksnar líka nógv. Nettoflytingin er tí enn á leið tann sama sum í 2020.

Føðitalið var lutfalsliga høgt í 2020 og er síðani spakuliga minkað. Deyðatalið, sum hevur verið sera støðugt seinastu mongu árini, var fyrru helvt av 2022 óvanliga høgt. Tað hevur saman við lága føðitalinum minkað nógv um burðaravlopið. Seinastu mánaðirnar er deyðatalið minkað nakað aftur, og gongdin í lága burðaravlopinum hevur tí verið meira støðug.

Flestu kommunurnar vaksa
Fólkavøkstur var í 19 av teimum 29 kommununum seinasta árið. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, meðan størsta minkingin var í Hvalbiar og Sumbiar kommunu. 

Bygdirnar við størsta vøkstri og størstu minking vóru báðar í Tórshavnar kommunu. Størsti vøkstur var í Tórshavn, har 131 løgdust afturat, meðan størsta minking var í Kollafirði, har fólkatalið minkaði við 21 seinasta árið. 

Aðrar bygdir við fólkavøkstri vóru Hoyvík, Argir, Klaksvík og Saltangará, meðan fólkatalið minkaði í Søldarfirði, Hvalba og Lopra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo