Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í fjørð varð latið upp fyri at føroyskar fyritøkur, stovnar, feløg og einstaklingar kundu fáa sær eitt økisnavn – stavað við føroyskum stavum.

Og tað eru tey á fo-umsitingini, ella Økisnavn.fo, væl nøgd við.

- Vit merktu beinanvegin ein vaksandi áhuga. Nógv tryggjaðu sær sítt .fo økisnavn, sum kann stavast við antin einum ella fleiri av føroysku stavunum á, ó, í, ý, ð, ø, æ og ú. Til dømis hevur Føroyakort tryggjað sær økisnavnið føroyakort.fo, og Málráðið hevur skrásett sær økisnavnið málráðið.fo, sigur Guðrun Poulsen, umsitingarstjóri í Økisnavn.fo.

Tilsamans eru 7.255 økisnøvn sum enda við .fo skrásett í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo