Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Segði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, í gjár, tá hon helt røðu fyri Anniku Hoydal á Reinsarínum.

- Fyrst vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku á tínum 70 ára føðingardegi í dag. Ein høgur aldur fyri eina so unga kvinnu – kundi mann sagt. Tí innan í tær býr enn sum áður ein ung livandi kvinna. Tað ber leiklutur tín sum listafólk í eitt heilt lív prógv um.

- Ein hjartans tøkk til tín frá Tórshavnar Kommunu og frá mær, sum forkvinnu í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs. Tøkk fyri at tú líka síðani tú vart 20 ár ella yngri hevur ríkað føroyskt mentanarlív við tónleiki, sangi og sjónleiki.

- Eg veit, at tað ikki altíð er dansur á rósum at liva sum listafólk burturav – og kanska er tað ein av grundunum til, at tú ein stóran part av tínum lívi ikki hevur búð í Føroyum men uttanlands. Har eru pallarnir størri og áskoðarafjøldin fjølmentari.

- Men at hjarta títt slær fyri Føroyum, er einki at ivast í. Tað seyrar ein alskur til Føroyar ígjøgnum alt títt listarliga avrik, og harafturat eitt prik til føroyingar. Og tað er júst endamálið við listini, at hon leggur afturat okkara felags samleika og samhaldsmegi, samstundis sum listin prikar til okkara sjálvsfatan.

- Sjálv eri eg 10 ár yngri enn tú, og tá ið eg flutti til Føroyar 13 ára gomul í 1968, vart tú ein av teimum stóru fyrimyndum, sum gjørdi tað hugaligari og lættari hjá mær at finna meg til rættis í mínum nýggja heimlandi Føroyar. Tú sang um evni, sum enn sum áður hava verið týðandi fyri tey ungu, og svaraði spurningum, sum onnur ikki tordu.

- Og Harkaliðið verður ongantíð gamaldags. Heldur ikki tær fantastisku kabarettirnar, sum tú hevur verið partur av millum ár og dag. Tað mann neyvan vera nøkur veitsla, har vit ikki framvegis syngja gamlar kabarettsangir av fullum huga.

- Seinni fór eg so eisini burtur at lesa, og fekk børn. Og eg var mangan takksom fyri fløguna “Til børn og vaksin”, sum lá undir nálini hvønn einasta dag á Kagså Kollegiinum, og sum á tann hátt bant okkum saman við Føroyar.

- Tilsamans hevur tú givið út 14 fløgur, og tann 15'da kemur í dag, við heitinum “Endurljós”.

- Minnist at tú fyri uml. einum ári síðani bað um fund við okkum í Tórshavnar Kommunu og við meg um hesa verkætlan, sum tú droymdi um at fara undir. Seinni hittust vit aftur, og tú segði frá, at Mentanarnevndin í Havn var tann fyrsta sum lat eitt lítið íkast til hesa nýggju fløguverkætlanina. Síðani tá hevur tú lagt eitt stórt arbeiði í nýggju fløguna, sum eins og áður er merkt av kærleika til Føroyar, samstundis sum tú eisini prikar okkum og bjóðar av.

- Og soleiðis skal tað vera.

- Allarbestu ynski til tín frá mær og frá Mentanarnevnd Tórshavnar Kommunu – og eg vóni at tú tey næstu nógvu árini verður líka so produktiv og livandi, sum tíni fyrstu 70ár.

- Alt tað besta ynskja vit tær og rópa eitt trífalt hurrá fyri føðingardagsbarninum Anniku Hoydal, endaði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo