Fimleikafelagið Støkk: Hesa vikuna luttekur Fimleikafelagið Støkk í Festival del Sole í Riccione í Italia. Hetta er aðru ferð, at Støkk tekur lut í hesum fimleikafestivali, og hesa ferð eru tey heili 70 fimleikarar í øllum aldri. Framførslan hjá Italialiðnum hjá Støkk er samansett soleiðis, at allir fimleikarar, óansæð støði, kunnu vera við.
Á Festival del Sole luttaka 90 lið við umleið 3.000 fimleikarum úr nógvum ymiskum londum. Øll liðini framføra á fleiri uttandura pallum, og harumframt eru fjølbroyttar workshops at taka lut í. Hetta er ein spennandi vika, sum er full av fimleikagleði, íblástri, samanhaldi og sólskini.
Øll kunnu vera við
Fyri tveimum árum síðan fór Støkk veruliga undir at gera munagóð átøk fyri at økja um áhugan at gera fimleik og styrkja bæði breiddar- og kappingarfimleikin. Hetta hevur eydnast sera væl, og Italialiðið er eitt av hesum átøkum. Nevnast kann eisini, at limatalið í felagnum er økt munandi seinastu 2 árini. Støkk ynskir at øll kunnu gera fimleik og at samanhaldið, trivnaðurin og felagskenslan í felagnum økist.
Hetta hóskar eisini sera væl til grundhugsanina hjá ÍSF, um at øll skulu vera við, og at breiddarítrótturin er eins neyðugur og úrvalsítrótturin. Støkk tekur undir við hesi hugsjón, og hevur leingi havt eitt brennandi ynski um at styrkja hendan partin av felagnum.
Støkkararnir koma aftur til Føroya leygarkvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo