Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Málið byrjar við at kommunan fekk umsókn frá Stuðulsnevndini fyri svimjihyli í Nólsoy um yvirtøku av øllum skyldum viðvíkjandi matr. nr. 126a, svmjihylsgrundin, sum er eystanfyri Nólsoyar skúla, tí nevndin metti tað vera ósannlíkt, at hon nakrantíð kláraði at fullføra verkætlanina við svimjihyli.

Nevndin hevði tí ístaðin í hyggju at broyta endamálið í viðtøkunum, og heldur fara undir at gera eitt savn til minnis um Ova Joensen og hansara roysni.

Síðan hevur verið arbeitt við at finna eina framtíðarloysn fyri einum Ovasavni, eitt nú at finna egnað øki. Staðbundna nevndin tók eisini undir við hesi ætlan. Talan bleiv um eitt leigumál til Ovasavnið.

Kommunan játtar 30% í stuðli av samlaða kostnaðinum uppá 2,4 miljónir, eins og kommunan yvirtekur svimjihylsgrundina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo