Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heimastýrislógin bleiv sett í gildið 1. apríl 1948, og fyllir sostatt 75 ár í dag. Vit sambandsfólk kunnu ikki annað enn vera stolt av hesi skipan, ið hevur verið ein viðspælari til menningina av Føroyum til eitt av heimsins bestu samfeløgum at liva og virka í. Vit vita eisini, at fleiri lond missunna okkum hesa skipan.

Tá tað er sagt, er av týdningi at staðfesta, at heimastýrisskipanin ikki er ein statisk skipan, men at hon sjálvandi leggur upp til eina áhaldandi menning, soleiðis at rammurnar verða tíðarhóskandi og avspegla tann veruleika og tað tíð vit liva í.

Sambandsflokkurin er einasti veruligi samríkisflokkur, og vit vilja útviklað felagsskapin, meðan aðrir flokkar á tingið vilja forða hesi menning, soleiðis at hann verður stirvin og gerst ótíðarhóskandi. Undanfarna valskeið settu vit á stovn eitt samstarvsráð, har øll trý londini í felag viðgerða uttanríkis-, trygdar-, og verjumál, hóast hesi ikki eru yvirtikin. Hetta vísir veruliga liðiligheitina í Ríkisfelagsskapinum – her ber alt til, men tað krevur ein vilja frá øllum pørtum og hetta vil Sambandsflokkurin, sum einasti flokkur á løgtingið.

Felagsskapurin er undir trýstið, tí er av alstórum týdningi at øll samríkisfólk sláa ring um flokkin, ið veruliga vil útviklað og menna felagsskapin. Tí hann gevur okkum føroyingum javnbjóðis møguleikar bæði her heima, í ríkisfelagsskapinum og í øllum Evropa.

Bárður á Steig Nielsen,
formaður Sambandsfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo