Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vegleiðingarstovan: 455 søktu á Setrinum og 313 finguð bjóðað lestrapláss. Tey 307, sum søktu í Danmark, hava í dag fingið svar uppá sína upptøku.

Í dag sita tey á Vegleiðingarstovuni og taka ímóti ungum, sum hava spurningar um upptøku til hægri lestur, eitt nú hvat ein ger, um ein ikki er sloppin inn á dreymaútbúgvingina.

Á Vegleiðingarstovuni, hava tey samanborið upptøkuna seinastu árini, og í ár sær út til at meðaltalið fyri at sleppa inn generelt er lægri, tó so, á onkrum útbúgvingum er meðaltalið hækkað. Eitt nú á Psykologi í Aalborg har meðali í ár er 10,1, ímóti 9,8 í fjør. Ímeðan meðaltalið er lækkað á hesum útbúgingunum:

Til medisin í Kbh var meðaltalið 10,6 í fjør og er nú 10,5, á International Bussiness á CBS 11,3 í fjør og 11,1 í ár. Til Humanistisk Bacheloruddannelse í Roskilde 6,8 í fjør og 6,3 í ár.

Sama gongd sæst eisini á Fróðskaparsetrinum til sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærara og námsfrøðing

Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør. Tølini niðanfyri eru eftir sjeytalsstiganum.

Bachelor                    2021    2020
Sjúkrarøktarfrøði         7,7       8,2    
Fólkaskúlalærari          7,6       8,3
Námsfrøðingur            6,3       7,0

Kelda: www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/313-fingid-tilbod-um-lestrarplass/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo